Ólavur Riddararós (Single Version) - Týr




[Traditional Faroese lyrics]

?Hvørt skal tú riða, Ólavur mín
á lofti hongur brynja tín

Tú fer ikki at veiða tað hind
men tú fer til tína leikalind

Hvit er skjúrtan, væl er hon tvigin
í blóði verður hon av tær drigin?

Ólavur snúðist síni móður frá
?Gud gevi ikki ganga sum mær er spáad?

Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv
dansið lystilig

Ólavur ríður eftir bjørgunum fram
-kol og smiður við
fann hann upp á eitt álvarann

Út kom eitt tað álvafljóð
flættað hár á herðar dró

?Ver vælkomin Ólavur Riddararós
tú gakk í dans og kvøð fyri oss?

?Tú tarvt ikki flætta títt hár fyri meg
eg eri ikki komin at biðja teg

[Solo: Heri Joensen]

Eg kann ikki meira hjá álvum vera
í morgin lati eg mítt brúdleyp gera?

?Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja á strá
ella vilt tú í morgin til moldar gá?

Hon skonti honum í drykkjuhorn
har fór í tað eiturkorn

Ólavur studdist við saðilboga
-kol og smiður við
hann kysti tá moy av lítlum huga

Ungir kallar, kátir kallar, gangið upp á gólv
dansið lystilig



Le Meilleur de toute la Musique en Paroles, Chansons et Lyrics sur www.Paroles-Lyrics.fr